Til feløgini og dómarar
01.10.2008 ÍM/li
Rundskriv DY 21. 09.08
Dómarayvirlit
21/08
Víst verður til fylgjandi:
1. Heitt verður á felag, dómara og eygleiðara um strangliga at fylgja reglunum í STEVNUNI 2008.
2. Fyri at flyta dyst, sum er ásettur í kappingarskipanini ella av kappingarnevndini skal góðkenning frá kappingarstjóranum fyriliggja, semja skal vera millum leikandi feløg og dómara um ætlaðu flyting, áðrenn skjalið um flytan av dysti verður send FSF, att: Kappingarstjórin.
3. Dómari sum er settur at døma dyst, skal nýta góðkendar hjálpardómarar.
4. Umt kort verður givið í dysti, skal frágreiðing sendast saman við dómaraseðlinum til FSF, víst verður til Grein36, stk. 1 í Kapp.reglunum fyri fótbólt.
5. Álagt verður dómara um at geva boð til eygleiðara, um nær og hvar hann skal eygleiðast.
6. Dómarnir og feløgini vera biðin um at halda seg til kappingarreglurnar fyri fótbólt, flúgvandi útskifting kann bert fara fram har hon er loyvd í fylgi kappingarreglunum.
Mál: Dómarayvirlit DY 21/08
*Broyting 2
Av tí at kappingarnevndin hevur gjørt broytingar í leikdøgunum hjá I.deild monnum, eru hesar broytingar í DY21.
Eisini eru broytingar í Formula og II.deild hjá monnum.
Við ítróttarkvøðu
FÓTBÓLTSSAMBAND FØROYA
Lassin Isaksen
Dómaraleiðari
|